Bryan Adams hevði eina langa ferð í Føroyum og er ikki farin av landinum fyrr enn í kvøld. Hoyr um Bryan í Føroyum á Rás 2 klokkan 19, har alt um hesar dagarnar er at hoyra Bryan Adams fór ikki avstað úr Føroyum beint eftir konsertina mikukvøldið, men hevur nýtt hósdagin og fríggjadagin til at hyggja seg um í Føroyum. Hann fór av landinum aftur í kvøld.
Klokkan 19 í kvøld er sending á Rás 2, har alt um hesar dagarnar er at fætta.
M.a. vitjaði Bryan í studio hjá Kristoffur Mørkøre, og Kristoffur og Jákup Zachariassen koma í útvarpsstovuna hjá Rás 2 at greiða frá, men eisini verður geitt frá ferðini hjá Bryan annars, nú hann í tveir dagar hevur tikið sær av løttum í Føroyum.
Ferðin hjá Bryan Adams í Føroyum á Rás 2 klokkan 19 í kvøld.