Tá ið fólk fóru niður í kjallaran í morgun, varnaðist tey, at okkurt var, sum tað ikki plagdi at vera. Í hesum sambandi varnaðust tey, at onkur hevði verið í kjallaranum um náttina og hevði stolið einar 10 fløskur av rúsdrekka og nakrar øl. Har var ymiskt annað í kjallaranum, men tað hevði fingið frið. Talan er um eini hús á leiðini við Bóndaheyg og Landavegin og stuldurin hevur verið ímillum klokkan 21 í gjárkvøldið og klokkn sjey í morgun.
Løgreglan sigur, at kjallarin stóð opin, sum ikki er óvanligt í Føroyum, so at tað hevur ikki kravt tað stóra av tjóvinum at sníkja seg inn. Løgreglan sigur, at hevur nakar sæð nakað illgrunavert har á leiðini seint í gjárkvøldið, ella í nátt, frætta tey fegin.
|