Brutu hol á múrin

Menn við gravimaskinum brutu í gjárkvøldið hol á múrin, sum býtir kýpriska høvuðsstaðin Nicosia sundur.

Myndugleikarnir høvdu ikki fingið nakra fráboðan, og tí kom tað púra óvart á teir, tá nakrir grikskkýpriskir menn við gravimaskinum fóru undir at bróta hol á múrin. Menninir brutu hol á múrin í einum býlingi við nógvum handlum, men kýpriski forsetin, Tassos Papadopoulos, gjørdi greitt, at eingi sivilfólk hava loyvi til at fara um múrin, fyrr enn Turkaland hevur tikið sínar hermenn burtur haðani.

Turkiska stjórnin hevði ongar viðmerkingar til tilburðin i gjárkvøldið, men ein talsmaður fyri stjórnina segði í morgun, at gerðin var ógvuliga sigandi, sum hann tók til.

Kýpros hevur verið í tvíningum síðani 1974, tá Turkaland hersetti tann norðara partin av oynni. Altjóða samfelagið viðurkennir bara ta grikskkýprisku stjórnina í Nicosia, og tann grikski parturin av oynni er eisini limur í ES. Turkaland hevur 35.000 hermenn í norðaru helvt av oynni, og landið hevur fingið boð frá ES um at skerja hermannatalið, áðrenn talan verður um nakrar samráðingar um ES-limaskap.