Oljuvónir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Komandi ár kann blíva heilt avgerandi fyri, hvussu oljutilgongdin verður á Føroyaleiðini. Er tað so, at Statoilsamtakið rakar við kolvetni í síni fyrstu boring á basaltinum, kann tað, uttan mun til um talan er um eitt stórt ella lítið fund, økja munandi um leitingina við Føroyar. Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, nú tað er greitt, at oljufeløg og føroyskir myndugleikar eru við at koma ásamt um eina avtalu at bora tveir brunnar inni á landgrunninum næsta ár og møguliga í 2007 við.
Oljumálaráðharrin dylur ikki fyri, at hesir ætlaðu brunnar fara so aftur at hava eitt positivt árin á føroyska búskapin, tí tað fer at skapa eitt slag av bjartskygni. -Tí er tað okkara vón, at man kemur til eina niðurstøðu í næsta ár, sum ger, at áhugin veksur og ikki minkar í teimum økjum á landgrunninum, har vit lótu oljufeløgum nýggj loyvi 17. januar í ár. Við hesum sipar landsstýrismaðurin til 2. útbjóðingina, hvørs lagna lættliga kann koma at byggja á nettupp írestandi brunnarnar frá 1. útbjóðing, tvs. hvussu úrslitið verður av teimum báðum brunnunum.
Ein fyritreyt fyri at loyvini í 2. útbjóðing eisini skulu eydnast er, at okkurt fund verður gjørt ella olja verður funnin í so mikið stórum nøgdum, at hon tá er ein góður katalysator fyri aðrar at fara í gongd. Tá 2. útbjóðing var lutað út bundu feløgini seg ikki til at bora men at gera seismiskar og aðrar kanningar soleiðis at hesar kundu vera ein fyrireiking og forteyt fyri at fara undir at bora seinni.
Bjarni Djurholm sigur víðari, at hendir tað, at oljuboring í 2006 ikki fer at liva upp til vónirnar, so kann tað hava við sær, at áhugin fyri føroyska landgrunninum fer at kølna. Men eg livi sjálvur í teirri vón, at hyggur tú at møguleikunum, sum eru, so trúgvi eg meira uppá, at vit fáa eina positiva ábending heldur enn tað øvugta. So tað verður eitt spennandi summar, og eg sjálvur seti álitið á, at vit eru ikki yviroptimistiskir men realistiskir, tá vit siga, at úrslitið av boring næsta ár verður so mikið gott, at tað ber til at fara víðari.