– Tað er ikki landsstýrið, sum hevur gjørt av, at búfólkið á Hamragarði í Vági ikki skal hava heitan mat um vikuskifti.
Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum í sjónvarpinum í kvøld.
Lesið eisini: Røktarheim má steingja køkin um vikuskiftini
Hon bar heimið í Vági saman við heimið á Grønanesi í Vestmanna og vísti á, at í Vestmanna klára tey at halda játtanina – og at nýta pengarnar til røkt.
Hinvegin vísti hon á, at tey í Vági hava brúkt alt ov nógvar pengar til leiðslu og til umsiting, og at tað er tí, at tey ikki fáa endarnar at røkka saman.
Les eisini: Hetta ber ikki til í 2014
Sambært landsstýriskvinnuni, so verður ikki talan um at lata nakra eykajáttan til Hamragarð í Vági. Pengarnir mugu finnast í skipanini, sigur hon.
Les eisini: Gomul á røktarheimi sleppa ikki upp fyrrenn á døgverða
– Trupulleikin er bara tann, at um eitt heim brúkar ov nógvar pengar, so gongur tað út yvir hini heimini, sum klára at halda játtanina. Tað er uppgávan hjá leiðslunum á teimum einstøku heimunum at halda játtanina, segði Annika Olsen.









