Brúgvin um Sandá liðug á ólavsøku næsta ár

Byggifyritøkan J & K Petersen hevði nógv lægsta tilboðið upp á arbeiðið at gera nýggju brúnna um Sandá, sum skal binda saman Argir og Havnina.

Byggifyritøkan J & K Petersen hevði nógv lægsta tilboðið upp á arbeiðið at gera nýggju brúnna um Sandá, sum skal binda saman Argir og Havnina.

 

Tórshavnar kommuna bjóðaði fríggjadagin út arbeiðið at gera brúnna í innbodnari útbjóðing. Tríggjar fyritøkur vórðu bodnar at lata inn tilboð.

Tilboðini eru hesi:

 

Articon: kr. 74.483.480

J & K. Petersen: kr. 59.802.746

TG-Verk: kr. 83.457.355

 

Metingin frá ráðgevunum: kr. 61.864.363

 

Upphæddirnar eru uttan mvg.

 

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu fer nú saman við ráðgevanum, LBF, gjøgnum tilboðini. Málið verður fyrst fyrireikað og lagt fyri bygginevndina. Síðani fer málið víðari til politiska viðgerð.

 

Arbeiðið at gera brúnna byrjar eftir ætlan seinni í summar og verður liðugt á ólavsøku komandi ár. Sambært Tórshavnar kommunu verður brúgvin snøgg, einføld og skal verða eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og áin eru vøkur frá náttúrunnar hond.

 

Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum, tá brúgvin er liðug.