Broytt kyndilslið

Talan er um bæði til- og frágongd hjá føroyameistarunum úr Kyndli, nú endaspælið í hondbólti fer av barkastokki

Komandi vikuskifti fara bestu kvinnuliðini í landinum undir seinnu helvt av landskappingini. Størsti spenningurin man helst vera tengdur at, um klaksvíksgenturnar fara at halda fast um oddasessin, ella um nakað av hinum liðunum man megna at taka tær aftur.

Tað av hinum liðunum, sum á pappírinum hevur besta møguleikan at taka Stjørnuna aftur, er Kyndil, men kyndilsliðið verður nakað skert, nú vit fara undir seinnu helvt.


Semona og Beinta burtur

Tað er nevnliga soleðis, at bæði Beinta Sørensen og Semona Fjallstein verða burturstaddar meginpartin av dystunum í seinnu helvt, og tískil er líkt til, at kyndilsvenjarin, Flemming Raben, verður noyddur at finna aðrar streingir at spæla upp á.

Beinta fer um fáar vikur niður til Danmarkar, har hon ætlandi skal útbúgva seg til fysioterapeut, meðan Semona fer at nýta komandi hálva árið at ferðast í.

Talan er tó ikki bara um frágongd, tí Frida Johannesen, sum fyrr hevur verið at sæð á besta kyndilsliðnum, er nú heimafturkomin, og hon hevur longu verið og vant nakrar ferðir.

Flemming Raben viðgongur eisini, at tað fer at krevja eitt sindur av umskipan, tá hópurin broytist soleiðis, men sum hann sigur, so er ikki so nógv at gera við hetta, og tær, sum eftir eru, mugu so royna at klára seg sum frægast.

Talan hevur annars verið um at fáa onkran útlendskan leikara hendan vegin, men higartil er einki komið burtur úr hesum práti, o g nú er helst somikið langt fráliðið, at einki fer at spyrjast burtur úr hesum.

Líkt er sostatt til, at tað verður eitt nakað skert kyndilslið, sum í vár fer at taka kappingina upp við Stjørnuna, men hópurin má framvegis metast sum ein hin sterkasti í landinum, so ikki er óhugsandi, at tað kann fara at gerast heilt spennandi.