Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er sera firtin um, at Eysturoyggin ikki er nevnd í viðmerkingunum í samband við menningarkvoturnar í fiskivinnunýskipanaruppskotinum.
- Hvat hava Eysturoyggin og Norðoyggjar gjørt hesi samgonguni av so miklum ónáðum, at hesar oyggjar nú eru totalt foyktar burtur úr vinnuligu geografi´ini hjá CEF-samgonguni? Enntá í vinnuligu grundlóg Føroya, spyr borgarstjórin.
Hann sipar til, at Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágar, Suðuroy og Sandoyggin eru nevndar í viðmerkingunum sum øki, hagar menningarkvoturnar skulu latast, meðan Norðoyggjar og Eysturoy ikki eru nevndar. Hann er tí bangin fyri, at tær heldur ikki sleppa upp í part, tá menningarkvoturnar skulu útlutast.
- Hetta er ikki bara fúl skomm, hetta er fullkomin idioti. Hartil er hetta anti-vinnupolitikkur. Løgtingið er endað sum ein árabiskur bazarur, har tað bara snýr seg um, hvør ið megnar at lumpa ein annan, meðan allir royna at sæta sær og sínum, sigur borgarstjórin.
- Hví kunnu Eiði, Funningsfjørður, Oyri, Norðskáli, Strendur, Skála, Oyndarfjørður, Haraldssund, Syðradalur, Árnafjørður, Hvannasund, Norðdepil v.m. ikki sleppa uppí part? Hvat hava hesar bygdir gjørt CEF-samgonguni? Hví skulu tær liggja í vinnuloysi, sambært lóg, í allar ævir, ella soleingi hetta nú so vanskeplaða uppskotið fer at vera galdandi, skrivar Tórbjørn Jacobsen.
- Er hetta álitið nú ikki farið um pínumarkið - pínugáttina - hjá Jónleifi Johannessen, Óluvá Klettskarð og Honnu Jensen, eftir hesa diskriminerandi ásetingina, so er man endaður har úti, sum sjálvt guðarnir virka til fánýtis. Apartheid-líknandi tilstandir, spyr býráðsformaðurin og fyrrverandi tingmaðurin hjá Tjóðveldi.
Enn einaferð nýtir hann høvi at nevna, hvussu hugtungur hann er um miðsavningina av atkvøðunum hjá Tjóðveldi, sum eftir hansara tykki førdi til, at meginparturin av tingmanningini hjá Tjóðveldi er samansett av havnafólki.
- Fast taki tjóðveldis- og javnaðarveljarum í Eysturoy og Norðoyggjum, sum lótu stóran part av atkvøðunum fara vestur um Sundalagið - fyri tað nógva til Havnar. Nú svíður sum svøllur, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Viðmerkingarnar til lógaruppskotið eru orðaðar soleiðis:
- Kvotur sambært § 60 kunnu latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella til øki við støðugt minkandi fólkatali. Sum støðan er í dag kann nevnast, at í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og í Vágoy er atgongdin til tilfeingi avmarkað, ímeðan Suðurøkið – Suðuroy og Sandoy – hevur minkandi fólkatal og partar av økinum lutvíst hægri arbeiðsloysi. Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eru sjálvsagt eisini fevnd av ásetingini, í tann mun økini lúka settu treytirnar. Kvotur til menningarætlanir skulu bjóðast alment fram, har treytirnar og metingargrundarlagið verða væl lýst. Umsóknir skulu metast av sakkønum og fylgja øllum fyrisitingarligum meginreglum – harundir væl skipaðir kærumøguleikar.










