Broytingarnar í arbeiðsloysisskipanini

Kartni Ravnsfjall
Stýrislimur fyri almennu fakfeløgini í Als
-----

Nú broytingar í arbeiðsloysisskipanini eru til viðgerðar í løgtinginum, vil eg, sum umboð fyri almennu fakfeløgini i stýrinum, greiða frá hesum máli og mínari støðutakan.
Ikki er neyðugt at koma so nógv inn á fíggjarstøðuna hjá Als. Sum teimum flestu kunnugt, hava vit brúkt fleiri hundrað mió. kr. av eginpeninginum seinastu trý árini, at gjalda út til tey arbeiðsleysu. Og tað er, sum tað skal vera. Peningurin varð ætlaður til júst hetta. Nakað, sum hevur komið bæði teimum, ið hava móttikið peningin, og samfelagnum yvirhøvur til góðar.
Men støðan er jú, at undirskotið triðja árið á rað framvegis er sera stórt, so við hetta lag verða ikki fleiri pengar at gjalda út innan 2 ár. Og tað hava vit verið noydd at gjørt nakað við.
Tí hevur verið arbeitt í stýrinum í fleiri mánaðir fyri at finna útav, hvussu vit kunnu bøta um hetta. Og fyri jól í fjør skrivaðu allir stýrislimir undir semju, sum hevði við sær bæði skerjingar og hægri inngjald.

Trupul støða
Og at tað hevur verið trupult, serliga hjá okkum, ið umboða fakfeløgini, at ganga við til at skerja eina skipan, sum vit fyri bert trimum árum síðani fingu gjørt munandi betri, skal ongin ivi verða um.
Og serliga hetta, at útgjaldið verður skert, hevur eisini fallið fleiri fyri bróstið. Men veruleikin er, at verður ikki nomið við útgjaldið, má inngjaldið hækka munandi. Talan hevði verið um hækking frá 1% upp í 2,5%,  ella kanska enn meira.
Og fyri eitt starvsfólk, ið t.d. forvinnur 25.000 kr. um mán., og sum í 2011 betalti 3000 kr. árliga, hevði tá talan verið, um at skula av við 7-8000 kr. árliga til Als. Og tað haldi eg sjálvur er alt ov nógv.
Og her mugu vit minnast til, at framvegis, hóast skerjing av útgjaldinum, verður innan árið er runnið aftur neyðugt at hækka inngjaldið. Kanska til 1,75 ella harum.

Almennu fakfeløgini
Í hesi tilgongdini havi eg javnan havt samskifti við almennu fakfeløgini, sum eg umboði. Og her skal ikki dyljast, at hesi als ikki hava verið fegin um tey uppskot, sum hava verið frammi, og heldur ikki semjuna, ið varð gjørd.
Hinvegin eru tey greið yvir, at vit ikki hava ta stóra í at velja. Vit kunnu ikki lata standa til, og ikki gera nakrar broytingar og slett ikki bara lata løntakaran gjalda.

Bíðidagarnir
Tá sparast skuldi, vóru ymisk uppskot frammi, men endaði tað við semju um at hægsta útgjald varð lækkað úr 20.000 í 17.500 kr., útgjaldsprosentið varð lækkað úr 80 í 75% og bíðidagar vóru innførdir aftur.
Av hesum er hetta, at bíðidagar aftur vóru settir inn í skipanina tað, eg var eg mest keddur at ganga við til.
Havi stríðst fyri at fáa hesar úr skipanini, og eydnaðist tað, tá broytingar vóru gjørdar í 2009. Mín áskoðan er, at útgjald eigur at verða goldið út frá fyrsta degi av, tí tað er ikki rætt, at arbeiðsleys, umframt at verða kastað út í arbeiðsloysi, eisini mugu góðtaka einans at fáa hálvt mánaðargjald fyrstu tíðina. Harafturímóti átti útgjaldið at verið lækkað stigvíst.
Men tí fekk eg ikki undirtøku fyri í hesum umfari. Tað, at fíggjarstøðan er sum hon er, taldi meira. Havi tó vónir um, at hetta kann rættast upp aftur eina aðru ferð.

Ikki ein vánalig skipan
Ført hevur verið fram, at skipanin, við hesum broytingum er vorðin nógv verri. Men er hon so vánalig, sum summi vilja gera hana til? Tað haldi eg ikki.
Fyri tað fyrsta er hetta framvegis ein væl betri skipan, enn tann, vit høvdu fyri 2009.
Útgjaldsprosentið er lækkað, men hóast alt gevur 75% av egnari vunnari inntøku væl meira, enn 70% av einari arbeiðsmannaløn, sum var galdandi fyri 2009,.
Og samanbera vit miðalútgjaldið til arbeiðsleys, verður tað framvegis heldur ikki heilt av leið:
Fyri broytingarnar í 2009 var miðalútgjaldi 8.000 kr. um mán.
Aftan á broytingarnar í 2009: 12.000 kr. um mán.
Og nú, um broytingarnar verða samtyktar, vísa útrokningar, at miðalútgjaldi verður umleið 10.700 kr. um mán.
Tað kann vera ymiskt, hvat ein heldur, gjaldið til arbeiðsleys eigur at vera. Men samanbera vit okkum við grannalondini, so er føroyska skipanin ikki verri enn teirra.
Til dømis er hægsta gjaldi upp á 17.500 kr. umleið 1000 kr. hægri enn í Danmark, sum annars er tað landið, ið letur mest í arbeiðsloysisstuðli av Norðurlondum. Og rætt skal vera rætt, har hava tey eisini bíðidagar, hóast tann skipanin er øðrvísi sett saman.

Arbeiðsmarknaðurin varðar av Als
Ein annar spurningur, ið er settur er, hví vit, ið umboða fakfeløgini, ikki komu við okkara egna tilmæli til løgtingið, um broytingar í Als?
Men tað hevði ikki verið nakað gott hugskot.
Fyri tað fyrsta hevði tað havt við sær, at tað komu trý ella fleiri tilmæli til broytingar, tí løntakarasíðan er jú heldur ikki samd í øllum.
Harumframt hevði tað gjørt, at politikararnir fingu frítt spæl, at gera júst tær broytingar, teimum lysti. Og hesar kundu verið sera ymiskar, alt eftir hvør sat við valdið. Og neyvan hevði tað verið til fyrimuns, hvørki fyri Als sum stovn ella tey arbeiðsleysu.
Til dømis eri eg vísur í, at um tað var politiski myndugleikin, og ikki arbeiðsmarknaðurin, ið varaði av Als, hevði skipanin ikki havt upparbeitt tær meira enn 700 mió. í eginpeningi, sum samfelagið hevur notið gott av seinastu trý árini.

Skal politiski myndugleikin taka yvir?
Og tí hóvar mær ikki, at politiski myndugleikin nú ætlar at koma við øðrum uppskoti, enn tí stýrið hevur gjørt semju um. Hetta eiga politikararnir at vera sera varnir við.
Og hetta sigi eg, hóast eg, sum nevnt, ikki eri fegin um partar av tilmælinum frá stýrinum. Men tað eru onnur heldur ikki. Hetta er ein semja, sum eitt samlað stýri hevur góðtikið. Okkara skylda er at koma við loysnum og til tess krevjast semjur. Hetta eigur løgtingi at virða.
Tí, um semjan verður vrakað, hvussu skal stýrið so arbeiða framyvir? Gevur tað tá yvirhøvur meining at gera semjur og koma við tilmælum?
Heldur eigur politiski myndugleikin at virðismeta, hvussu arbeiðsmarknaðurin, við samstarvi og semjum, hevur røkt arbeiðsloysisskipanin tey 20 árini, hon hevur virkað.

60.000 orsøkir til at gera broytingar
Til endans vil eg siga, at eg ikki havi góðan hug at blanda meg í partapolitikk í hesum sambandi. Haldi meg eisini hava svarað Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins, tí hann hevur spurt um.
Vil tó koma við nøkrum viðmerkingum, har eg, sum skilst, ikki haldi at stýrið hevur gjørt eitt so vánaligt arbeiði, sum hann vil vera við.
Harumframt má eg siga, at tað ikki gevur meining, at stýrið hevur skula tikið atlit til ávísan skattapolitkk, sum samgongan fyri nøkrum mánaðum síðani samtykti. Álitið frá stýrinum varð handað landsstýrismanninum áðrenn flatskattauppskotið varð samtykt, í 2011.
Ivist eisini stórliga í, um tað er rætt hjá okkum at gera broytingar eftir tí politikki, samgongan, uttan nakrar fyrireikingar yvirhøvur hevur samtykt. Vit royna at seta skipanina saman eftir, hvat er rætt og rímiligt, og ikki at gera nakað í óðum verkum.
Men tá nú Jenis og Miðflokkurin sigur seg ikki vilja vera við at broyta samfelagið á ein skeivan hátt, sum hann málber seg, kundi eg kanska komið við einum eini ráðum?
Tit vilja gjarna gera broytingar í Als, sum passa til flatskattapolitikkin, sum tit hava samtykt. Hetta hava tit beinleiðis ført fram. Ivist tó ikki sjálvur í, at hetta fyrst og fremst er fyri at flyta fokus frá einum politikki, sum tit vita, tey flestu ikki taka undir við.
Hvat við heldur at broytt skattapolitikkin, so fleiri fingu ágóðan av skattalættanum, og ikki fyrst og fremst tit hægstløntu? Um so var, varð t.d. ikki neyðugt at gera hesar broytingar tit tosa um, sambært tykkara egna logikki.
Um ikki, má staðfestast, at tað heldur er taburettirnar, lønin og tær 60.000 tit hava skaffa tykkum í skattalætta árliga, sum hevur størstan týdning.