Broytingar í heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingunum

Størri dentur verður lagdur á at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd

Í januar 2019 eru fleiri broytingar innførdar í útbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya. Størri dentur verður lagdur á at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd; at gott samstarv er ímillum sjúkrahúsverkið og kommunala eldraøkið, tá innleggingar og útskrivingar fara fram. 

 

Meira fyribyrging og heilsufremjan verður framd í verki við tíðliga at finna tekin til sjúku. Heilsuhjálparar og heilsurøktarar skulu umhugsa enn meira endurmenning inn í allar uppgávur, og ikki yvirtaka uppgávur frá borgaranum, sum hann er við at missa. Heilsuhjálparar fáa eisini meira undirvísing í m.ø. demens.

 

Støði í almennum lærugreinum føroyskum og enskum er hækkað fyri lættari at geva atgongd til víðari lestur. 

 

Autorisatión

Í 2010 var danska heilsustýrið í Føroyum og metti um innihaldið í føroysku útbúgvingunum, so møguleiki er at søkja autorisatión eftir danskari lóg, (sett í gildi í Føroyum). 

 

Heilsustýrið metti, at innihaldið í útbúgvingunum var eins og tað er í Danmark, og síðani 2013 hevur heilsurøktaraútbúgvingin givið autorisatión.

 

Samstarv við aðrar skúlar

Heilsuskúlin tryggjar á fleiri økjum, at krøvini verða hildin, m.a. við javnan at vitja skúlar aðrastaðni og vera við til próvtøkur og undirvísing.

 

Eisini hava umboð fyri skúlar aðrastaðni frá verið í Føroyum sum próvdómarar. Heilsuútbúgvingarnar nýta evidensbaserað undirvísingartilfar, úr donsku útbúgvingunum, í lærugreinum, sum hava sama innihald, soleiðis kann eisini veitast trygd fyri støði og góðkenning.

 

Umhugsað verður altíð at tillaga broytingar, sum verða gjørdar, til føroysk viðurskifti. Tí er tað í dag ein ávísur munur í uppbygnaði av útbúgvingunum her, í Føroyum, samanborið við onnur norðurlond. 


Seinast broytingar vóru í heilsuútbúgvingnum var í 2016, tá lærugreinin Farmakologi/heilivágslæra varð innførd sum sjálvstøðug og kravd próvtøkulærugrein í heilsurøktaraútbúgvingini.