Broytingar á fjarskiftisøkinum

Mikudagin 1. apríl skifti Telefonverkið yvir til at nýta sekssiffrað telefonnummur í Føroyum. Hetta skiftið er ein liður í at tillaga nummarskipanina til altjóða viðtøkur til økt virksemi og til nýggjar tænastur, sigur Andras Róin, telefonverksstjóri

Samstundis tekur Telefonverkið í brúk nýggje EDV-skipan. Tann gamla hevur verið nýtt síðan síðani sjeytiárini, og er tí illa hóskandi longur. Eisini hevur gamla edv-skipanin verið orsøkin til, at tað ikki hevur verið møguligt at senda viðskiftafólki betur útgreinaðar rokningar, sigur Andras Róin.

Í samband við at TFL fer at taka í nýtslu nýggja eedv-skipan, fara ávísar broytingar fram viðvíkjandi rokningunum, soleiðis, at TFL fer at senda rokning út einaferð um mánaðin í staðin fyri hvønn ársfjórðing sum higartil.

? Í nýggju skipanini verður bert skrásetta nýtslan sett á rokningina, sigur Andras Róin.

Rokningin verður útgreinað soleiðis, at felagin fær eitt samlað yvirlit yvir samtalur í Føroyum, til Danmarkar, til útlond annars og samtalur til fartelefon. Afturat hesum koma síaðni føst gjøld og yvirlit yvir tænastur annars, sigur telefonverkstjórin.

? Sum ein yvirgongd frá tí gomlu telduskipanini til ta nýggju verður um miðjan apríl send út rokning, sum líkist tí verandi, tó soleiðis, at hendan er ein uppgerð fyri síðsta ársfjórðingin saman við skrásettu nýtsluni frá 10. til 31. mars 1998, sigur Andras Róin.

Í maimánaði fáa felagarnir so rokning eftir nýggju skipanini, har samtalur, føst gjøld og tænastur annars fyri apríl mánað standa á.

Umleggingin av edv-skipanini hevur við sær, at sera nógv eyka arbeiði verður á einahelst Teknisku Avgreiðslu og á Avrokningarskrivstovuni hjá Telefonverkinum tær fyrstu tríggjar vikurnar í apríl, sigur telefonverkstjórin.

? Hetta fer at merkja, at hesar deildir ikki fult út kunnu liva upp til tað tænastustig, sum vit kundu ynskt, sigur Andras Róin. Tískil kunnu seinkingar koma fyri í sambandi við umsóknir um telefon, umleggingar o. a. og vil Telefonverkið við hesum biðja okkara viðskiftafólk halda okkum til góðar.

At enda sigur Telefonverksstjórin, at bæði skiftið frá 5 til 6 siffur og nýggja edv-skipanin fara sum frá líður at betra munandi um tænastustigið mótvegis viðskiftafólkinum.