Broyta rangstøðureglu eftir umstrítt mál

Premier League: Dómarafelagið í Onglandi broytir rangstøðureglu, eftir at Manchester City fekk umstrítt mál

Dómarafelagið í Onglandi, Professional Game Match Officials Ltd, stytt PGMOL, hevur eftir stóra ónøgd í fótbóltsumhvørvinum broytt ein part av rangstøðuregluni. Tað hendir eftir, at Bernardo Silva skoraði eitt umstrítt mál fyri Manchester City móti Aston Villa.

Miðvallarin hjá Manchester City, Rodri, kom úr greiðari rangstøðu og fangaði bóltin frá Tyrone Mings hjá Aston Villa. Síðani bleiv bólturin spældur til Bernardo Silva, sum skoraði. Tað bleiv eitt sindur av roki, tá dómararnir valdu at góðkenna málið. Millum annað bleiv venjarin hjá Aston Villa útvístur.

Eftir dystin vísti PGMOL á, at reglugerðin sigur, at tá Tyrone Mings hevur móttikið bóltin verður rangstøðan hjá Rodri ikki aktiverað. Hetta hevur síðani elvt til nógv kjak, har millum annað Tyrone Mings hevur skrivað á sosialu miðlunum, at hann ikki ein gongd visti av hesi reglugerðini, sum á eyga sær út sum ein greið rangstøða.

##med2## 

Nú hevur PGMOL valt at broyta rangstøðuregluna, so at ein slík støða hevði givið rangstøðu. Nú eitur tað, at verður ein spælari órógvaður so mikið av einum spælara úr rangstøðu, at tað ávrikar hansara møguleikar at spæla bóltin, skal dømast fyri rangstøðu.

Hetta er tó ikki galdandi, um verjandi spælarin ikki verður ávirkaður av spælaranum, ið er í rangstøðu. Hetta hendi millm annað í dystinum millum Aston Villa og Newcastle, har Ollie Watkins er rangstaddur tá innleggið verður skotið. Ein verjuspælari hjá Newcastle roynir at rudda vekk, men rakar ikki bóltin væl. Tað endar við at Ollie Watkins skorar. Eitt líknandi mál hevði verið góðkent í dag.

##med3##