Broyta lóg um kapitalvinning

Nú skal ikki longur bera til at lána pening til at keypa virðisbrøv og síðani at draga rentuútreiðslurnar frá á kapitalvinnings-sjálvuppgávuni. Í øllum førum ikki um tað stendur til Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharra.

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur vegna landsstýrið lagt eitt uppskot fyri Tingið um at broyta kapitalvinningslóggávuna soleiðis, at hesin møguleiki ikki verður til staðar longur.

Tað var annars í 2006, at ein minniluti í Fíggjarnevndini gjørdi eitt broytingaruppskot til løgtingslógina um kapitalvinningsskatt, sum gav privatpersónum loyvi at draga rentur frá á kapitalvinningssjálvuppgávuni, ið stavaðu frá lánum, ið vóru tikin til keyp av virðisbrøvum.

Í viðmerkingunum stendur, at Landsstýrið heldur tað vera skeivt, at tað almenna umvegis skattalóggávuna eggjar fólki til at skuldbinda seg til spekulatiónskeyp av virðisbrøvum, og fer tí við hesum uppskoti at skjóta upp, at nevndi frádráttarmøguleiki verður strikaður.

Uppskotið er tó bert galdandi fyri nýggj lán. Rentur av lánum, ið longu eru tikin til keyp av virðisbrøvum, kunnu framhaldandi verða drignar frá á kapitalvinningssjálvuppgávuni.