Illa umstrídda lógin, sum hevur avtikið stuðulin til ávísan heilivág til pensjónistar, verður ikki broytt, so at farið verður aftur til gomlu skipanina.
Tað staðfestir Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum í gjár.
Lógin, sum strikar stuðulin til ávísan heilivág hevur fingið nógva umrøðu, tí hon hevur ført við sær, at hjá summum pensónistum er heilivágur nú blivin so dýrur, at teir hava ikki ráð at loysa hann út og eru tískil farnir tómhentir aftur av apotekinum.
Tórbjørn Jacobsen spurdi hana um nøkur ætlan var at strika nýggju lógina, so at farið verður aftur til gomlu skipanina, so at veikastu bólkarnir aftur kunnu fáa tann heilivág. Læknar teirra meta vera neyðugan.
Aðrir tinglimir í samgonguni spurdu um landsstýriskvinnan er sinnað at rætta lógina, skuldi tað víst seg, at avleiðingarnar av uppskotinum um at strika stuðulin til heilivág farnar út um tað, sum má metast at vera sosialpolitiskt forsvarligt.
Svarið frá landsstýriskvinnuni var klárt og greitt: Nei, lógin verður ikki broytt.
Men hon legði afturat, at orsøkin til at lógin ikki verður broytt, er tann, at arbeitt verður við eini sjúkratryggingarlóg og har undir kemur eisini alt, sum eitur heilivágur og serviðgerðir.
Í hesum sambandi verður serliga hugt eftir fólki, sum hava serliga trong kor og sum ikki hava ráð til at betala sín heilivág sjálvi og samstundis verður hugt eftir støðuni hjá fólki við varandi sjúku.
Eftir ætlan verður tann lógin løgd fram fyrsta november.
Hon staðfestir, at eitt uppskot frá Miðflokkinum er til viðgerðar í trivnaðarnevndini og tá verður eisini støða tikin til spurningin, skuldi tað víst seg, at átrokand broytingar eru neyðugar.
Nógvir tinglimir høvdu ikki álit á, at uppskotið um nýggja tryggingarlóg verður løgd fyri tingið so skjótt, sum Rósa Samuelsen hevur boðað frá tí royndir vísti, at ofta gongur nógv longri enn ætlað í politikki.
Av tí sama var átalað, at onki skal gerast, fyrrenn ætlaða sjúkratryggingin verður sett í verk.