TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Gunnar Sørensen, heimildarmann hjá FM1 siga frá tveimum teimum seinastu brotsspørkunum hjá Saint Josephs og B36 á Victoria leikvøllinum í Gibraltar, tá B36 vann brotssparkskappingina 4-2 aftaná tvær ferðir 1-1 á heimavølli og á útivølli í Europa League uppgerðini millum liðini í undanumfarinum. Hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at B36 vinnur seg víðari í evropeiskari kapping.
2) Hoyr samrøðu við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, ið var beinleiðis á FM1.
3) Hoyr samrøðu við Odmar Færø, liðskipara og sigursmálskjútta í brotssparkskappingini.
Jákup á Borg er ein ógvuliga lættur og glaður maður aftaná at hava verið nær við at hava vunnið seg víðari sum spælari hjá B36. Jákup er stoltur av sínum monnum, ið stríddu seg gjøgnum meir enn 120 minuttir í nógvum hita.
Odmar Færø viðgongur, at hann er útmøddur aftaná drúgva dystin, men hann er ovurfegin at sleppa at uppliva at vinna seg víðari. Hann sigur, at tað var ikki torført at seta avgerandi brotssparkið í málið.
Saint Joseph-B36 3-5 (1-1 - 0-1)
0-1 Lukasz Cieslewicz, brotsspark
1-1 Otero
Brotssparkskappingin:
1-0: Duarte
1-1: Magnus Holm Jacobsen
2-1: Munoz
2-2: Alex Mellemgaard
2-2: Martinez sendir bóltin við síðuna av málinum
2-3: Meinhard E. Olsen
2-3: Fernandez sendir bóltin omanfyri tvørtræið
2-4: Odmar Færø










