Bronsudysturin enn javnari

FS Vágar 2004 mátti lúta í Sumba, og í Gøtu gjørdist niðurflytingin veruleiki leygardagin

2. deild

Sæð burtur frá toppuppgerðini á Sandi, so vóru eisini fleiri aðrar áhugaverdar uppgerðir í 2. deild leygardagin.
Mest óvæntaða úrslitið kom helst á Krossinum í Sumba, har FS Vágar 2004 var á vitjan. Sumbingar hava í ár havt tyngra endan niðureftir, men hesa ferð var eingin sum helst ivi. Talan gjørdist um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið, sum soleiðis lyfti seg at kalla úr niðurflytingarvandanum.
Hjá vágamonnum kom tapið hinvegin illa við. Teir eru nú bert tvey stig framman fyri AB í kappingini um bronsuna, og við dystum móti báðum oddaliðunum eftir á skránni, verður tað í øllum førum sera trupult at fáa fulla úrtøku úr seinastu trimum dystunum.
Í Gøtu varð tað staðfest, at GÍ komandi árið skal niður í triðju deild. Hesa ferð var Royn á vitjan, og við 3-0 tapinum er greitt, at GÍ noyðist niður úr deildini. Hvalbingur kundu hinvegin breggja sær eitt sindur, tí teir komu nú upp á áttanda plássið í deildini.
Í Leirvík stóð leingi nógv á hjá AB, sum fram til seinastu minuttirnar var aftan fyri við einum máli. Máltevinum hjá Súni Fríða Barbá bilar tó framvegis einki, og tá hann móti dystarloki fekk tveir møguleikar, vórðu hesir eisini umsettir til tvey mál og trý stig.
Seinasti dysturin var í Havn, har HB vann tryggan sigur í grannauppgerðini móti B36. Talan var um hampuliga stóran mun millum liðini, og tó at B36 skapti spenning við málinum til 2-1, so var veruligur ivi ongantíð.

Úrslitini
Sumba-FS Vágar 2004 3-0
1-0: Kenneth Kjærbo
2-0: Kári í Lágabø
3-0: Kenneth Kjærbo

GÍ-Royn 0-3 (0-1)
0-1: Gisli Sveinbjornsson
0-2: Hilmar Sveinbjørnsson
0-3: Kaj Roest

LÍF-AB 2-3 (1-1)
1-0: Áslakkur Jacobsen
1-1: Johnny Samuelsen
2-1: Fróði Joensen
2-2: Súni Fríði Barbá
2-3: Súni Fríði Barbá

HB-B36 4-1 (2-0)
1-0: Roy Poulsen
2-0: Jákup Larsen
2-1: Tórálvur Poulsen
3-1: Poul Tummas Dam
4-1: sjálvmál