Tað var ein ófatuliga vónbrotin Jóhann Nielsen, sum vit fingu orðið á eftir taptu hálvfinaluna móti Bermuda.
Og hann ásannaði alt fyri eitt, at føroyska liðið ikki var 100% til reiðar, tá dysturin fór ígongd.
- Eg haldi, at vit blivu eitt sindur kløkkir. Vit vistu, at teir høvdu stóra slagstyrki, men ikki at hon var so stór. Tað tók okkum á bóli, og tí tapa vit eisini fyrsta settið. Vit klára so eisini at berja okkum aftur í dystin. Vit vinna eitt sett, og vit hava handan settbóltin, sum tíverri kiksar.
Teir taka so tað settið. Fara tit niður við høvdinum eftir tað?
- Tað gera vit kanska. Men eg má siga, at hasin dómarin var ótrúliga vánaligur, uttan at tað tó skal verða nøkur umbering. Vit brúka bara alt ov nógvar kreftir upp á at skeldast við dómararnar, ístaðin fyri at lata liðskiparan um tað. Og tá vit so heldur ikki fáa okkara spæla at koyra, gongur tað galið. Og tað var altso einki serligt.
Men enn er so bronsan eftir at spæla um. Megna tit at reisa tykkum aftur til tann dystin?
- Beint nú er vónbrotið øgiligt, men vit skulu reisa okkum. Vit hava somikið gott lið, at eitt heiðursmerki skal við á heimferðini. Somikið einfalt er tað, helt Jóhann at enda.