Danska Superligan er farin av bakkastokki hetta vikuskiftið, og í dagvórðu tveir dystir verið spældir. OB kom strúkandi frá byrjan við at vinna 3-0 heima ímóti Hobro, men verri gekst hjá Brøndby, sum á vitjanini í Århus tapti 2-1 ímóti uppflytarunum úr AGF.
Mate Vetsadze legði heimaliðið á odda longu í 8. minutti, men beint áðrenn dómarin floytaði til hálvleiks, eydnðaist tað finska Teemu Pukki at javna til 1-1. Í seinna hálvleiki var Mate Vetsadze aftur upp á spæl og gjørdist sigursharri í 56. minutti, tá ið hann skoraði til 2-1 til AGF, sum gjørdist endaliga úrslitið og gav Brøndby eina keðiliga byrjan upp á kappingarárið.
Ein dystur er á skránni í morgin. Hann verður kl.18.00 ímillum AaB og Esbjerg. Gilli Sørensen er ikki við í AaB-hópinum vegna skaða, men tað fer at líða væl til at hann verður tøkur aftur at dystast um pláss í hópinum.
Les eisini: Gilli skjótt klárur aftur
Kappingarársbyrjanin hjá FCK er útsett, men í morginárini kl.11.00 spælir eykaliðið hjá FCK ímóti FC Nordsjælland, og her er tað sambært heimasíðu felagsins ætlanin, at Brandur H. Olsen skal byrja á miðvøllinum saman við eitt nú danska landsliðsleikaranum, William Kvist.