Brølari bjargaði United

Eitt kiksað útspark, bjargaði í kvøld Manchester United sigurin

Fleiri dystir hava í kvøld verið í ensku Premier League.

 

Merkisvert var, at í øllum av dystunum sum vóru í kvøld, vóru tað favorittarnir, ið fóru avstað við sigrinum.

 

Oddaliðini Chelsea og Manchester City vunnu sínar dystir móti ávíkavíst West Ham og Leicester.

 

Einasta dysturin, ið leingi sá út til at enda við javnleiki var dysturin á St James Park millum Newcastle og Manchester United.

Dysturin var javnur og spennandi, har útiliðið var meira á bóltinum.

Avgerðin í dystinum fall ikki fyrrenn í seinastu minuttunum, tá Newcastle málverjin, eftir eitt heldur kiksað útspark, sparkaði bóltin fyri føturnar á Manchester United leikaranum, Ashley Young, ið takkaði fyri, og legði Manchester United á odda 1-0, ið eisini varð endaliga úrslitið.

Í fyrra hálvleiki sá tað tó út til at Newcastle vóru snýttir fyri brotsspark.

 

Av øðrum dystum kann nevnast at Liverpool á heimavølli vann 2-0 móti Burnley. Annan dystin á rað, skoraði liðskiparin á Liverpool liðnum, Jordan Henderson við langskoti. Hitt málið hjá Liverpool skeyt enski landsliðsáleyparin, Daniel Sturridge.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Manchester City – Leicester 2-0

Newcastle – Manchester United 0-1

Queens Park Rangers – Arsenal 1-2

Stoke – Everton 2-0

Tottenham – Swansea 3-2

West Ham – Chelsea 0-1

Liverpool – Burnley 2-0