Bróðirdóttir Matthew Le Tissier vann bronsu

OYL 15: Chloe Le Tissier vann bronsu í kappingini, har Rannvá D. Carlsson vann gull

Tá Rannvá D. Carlsson fekk gullheiðursmerkið hjá sær handað, vóru tað nakrir fótbóltsfjepparar í badmintonhøllini, ið løgdu merki til, at bronsuvinnarin av Guernsey hevði eftirnavnið Le Tissier.

 

Og tað vísti seg, at 16 ára gamla Chloe Le Tissier (myndin) er bróðirdóttir størsta fótbóltsspælaran hjá Southampton FC nakrantíð, Matthew Le Tissier. Matthew Le Tissier skeyt mál uppá samlibond fyri Southampton í bestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Bróðirdótturin valdi tó badminton, og tað gekk bara heilt væl hjá Chloe Le Tissier, sum vann bronsu í einmansleiki. Chloe tyktist heldur ikki at verða so óvon við, at fólk spurdu inn til eftirnavnið hjá sær, og tann víðagitna pápabeiggjan.