Brixtofte tvey ár í geglið

Fyrrverandi borgarstjórin í Farum, Peter Brixtofte, hevur ikki fleiri møguleikar at kæra dómin um tvey ára treytaleysa fongulsrevsing, sum nú er staðfestur í Hægstarætti

Dómur


Hann, sum einaferð var býkongur í Farum, ið var roknað sum mynsturkommuna við lágum skattaprosenti og øðrum fyrimunum hjá borgarunum, sær nú fram til tvey ár handan rimarnar.

Í dag er endaliga staðfest, at Peter Brixtofte, skal inn at sita fyri undandrátt í kommununi, hann einaferð var borgastjóri fyri.

Hægstirættur, sum í dag hevur staðfest dómin í Landsrættinum og býrættinum í Hillerød, afturvísir pástandir um prosedurefeilir í rættargongdini. Samstundis sigur Hægstirættur, at talan er um upphæddir fyri níggju milliónir krónur og kallar tað fyri »skærpende omstændighed«.

- Hetta var ikki tað, vit høvdu væntað og vónað. Eg eri skakaður, men vil ikki siga meiri, fyrr enn eg havi tosað við Brixtofte, sigur verjin hjá politikaranum, Preben König, við Ekstrablaðið.

Við dóminum í Hægstarætti er niðurtúrurrin hjá 59 ára gamla Brixtofte ikki av enn, tí fyrrverandi borgarstjórin skal enn ein túr ígjøgnum rættarskipanina í sjálvari høvuðssakini, ið snýr seg um valdsmisnýtslu, embætismisnýtslu, mandatsvik og ovurnýtslu í tíð hansara sum borgarstjóri. Hesin dómurin er kærdur til Eystara landsrætt, ið byrjar viðgerðina í oktober.