Málið um svik við pengum í danska Socialstyrelsen er størri, enn tað sum higartil er komið fram í alenninginum.
Tað stendur í frágreðing frá grannskoðarafelagnum PWC, sum Socialstyrelsen almannagunnger í dag.
Frágreiðingin vísir, at skuldsetta í málinum, Britta Nielsen, eftir øllum at døma hevur svikið fyri meira, enn higartil er avdkúkað. Tað er staðfest misnýstla fyri slakar 120,6 milliónir krónur.
Higartil hevur verið frammi, at Britta Nielsen er mistonkt fyri at hava tikið 111 milliónir krónur. Pengar, sum skuldu farið til tey veikastu í samfelagnum.
Í veruleikanum kann upphæddin vera nógv størri enn tær 120,6 milliónir krónurnar, stendur í frágreiðingini. Grannskoðarafelagið hevur bara kunna fingið upplýsingar aftur til 1993.
Men Britta Nielsen hevur starvast í stýrinum síðani 1977.
– Vit kunnu tí ikki útiloka, at Britta Nielsen eisini hevur tikið pengar í tíðarskeiðnum frá 1977 til 1993, skrivar PWC í frágreiðingini.
/ritzau/