Britt og Esther fegnast um ungdómshús

   

Tey ungu á Tvøroi hittast á Statoilstøðini. Ikki tí, at tey eru so fegin um tað, men heldur av neyð, tí einki veruligt stað til tey ungu er á Tvøroyri.
Hetta varð umrøtt í grein í blaðnum í gjár. Men í sambandi við greinina í gjár vantaði ein mynd. Tað var myndin av teimum báðum, Britt og Esther, sum ganga í 9. flokki í Tvøroyrar skúla.
Tær søgdu m. a., at tær kunnu ikki lata vera við at koma á Statoilstøðina, tí á Tvøroyri er onga aðrastaðni at fara, og tí hittast tær ? saman við øðrum ungdómi á Tvøroyri, á Statoilstøðini.
Tær halda tað vera eitt frálíkt hugskot, um ein ungdómsklubbur varð stovnaður, so sum greitt varð frá í blaðnum fríggjadagin.
Og tær eru samdar um, at fara nakrir bleytir stólar at finnast har ella ein sofa, ja, so hevði tað bara verið fantastiskt. Og tað má sigast, at krøvini ikki eru so øgiliga høg...