- Tað er uppá tíðina, at vit fáa eitt sindur av ungum blóði við í filmin. Eg ímyndi mær at fáa eina sum Britney Spears at leika systkinabarn mítt, sigur Sarah Jessica Parker Tá ið næsti ?Sex And The City?- filmurin kemur í biografin, verður Britney Spears eisini at síggja á skíggjanum. Hon skal nevniliga leika systkinabarnið hjá Carrie, skrivar heimasíðan hjá Kig Ind.
Nú er enn størri orsøk at gleða seg til næsta filmin av ?Sex And The City: The Movie?. Tað verður nevniliga tosað um, at Britney Spears skal leika við í filminum.
Sambært Heat Magazine er tað Sarah Jessica Parker, ið hevur verið púra ør eftir at fáa Britney við í næsta filmin.
- Tað er uppá tíðina, at vit fáa eitt sindur av ungum blóði við í filmin. Eg ímyndi mær at fáa eina sum Britney Spears at leika systkinabarn mítt, sum flytur til New York, har Carrie vísir henni, hvussu alt gongur fyri seg, sigur Sarah Jessica Parker.
Tað sigst, at Britney er stórur fjeppari av sendingini, filminum og eisini av Sarah Jessica Parker. Tískil eru møguleikarnir fyri, at Sarah Jessica fær sítt ynski uppfylt, sera góðir. Nógv fólk fara óiva eisini at gleða seg til at síggja Britney Spears og Sarah Jessica Parker spæla í sama filmi.
(Skrivað hevur Annika Lamhauge-Mortensen, starvspraktikantur í Miðlahúsinum).