Britney leggur London undir seg

London er við at fyrireika seg til ein av størstu popp-mánaðunum nakrantíð. Næsta summar spæla eitt nú Oasis, U2, Take That og Coldplay í London.

Bólkarnar fáa tó ikki eins stóran áhuga, sum popp-prinsessan Britney Spears, ið við metferð er á veg upp á toppin aftur.

 

Britney fer nevniliga at leggja O2 Arena undir seg í heilar 14 dagar, so at flestu fjeppararnar í Bretlandi fáa møguleikan at síggja hana framføra.

Hetta er tó ikki nakað nýtt fyribrigdi, tí bæði Spice Girls og Prince hava áður framført yvir eitt langt tíðarskeið á sama palli.

 

Áhugin fyri tónleikamánaðanum í London er mest vendur móti Britney, hvørs comback í løtuni er í hæddini, eftir eitt rokaligt tíðarskeið við gølum í hópatali.

Nýggja fløgan hjá henni, Circus, kemur út á hennara føðingardegi, 2. desember.