British Airways avlýsir flogferðir til og úr Kina

Á heimasíðuni hjá British Airways eru allar ferðir til og úr Kina avlýstar vegna virussmittuna.

British Airways avlýsir allar flogerðir til og úr Kina alt fyri eitt vegna virussmittuna í landinum, upplýsir felagið.

Avgerðinr er tikin, eftir at bretsku myndugleikarnir hva heitt á bretskar borgarar um ikki at fara til Kina, uttan at tað er hægst neyðugt.

Á heimasíðuni hjá British Airways eru allar ferðir til og úr Kina strikaðar í januar og februar mánaði.

– Vit hava avlýst allar flogferðir til og frá kinesiska fastlandinum alt fyri eitt, eftir at uttanríkisráðið hevur mælt frá øllum ferðum uttan teimum mest neyðugu, skrivar British Airways í tíðindaskrivi.

Coronavirusið í Kina, sum øll óttast, hevur higartil kostað íminsta lagi 136 fólkum lívið í Kina. Sløk 6.000 eru smittað við virusinum, sum verður hildið at stava frá einum djóramarknaði í stórbýnum Wuhan.

Alt bendir á,at virusið hevur smittað frá djórum til menniskju, og at smittan kann fara víðari frá fólki til fólk.

/ritzau/Reuters