Brislingur og ikki sild

Stóru torvurnar, ið vóru á Vágsfirði í farnu viku, vóru brislingur, og ikki smásild, sigur Havstovan.

Tað var í farni viku, at fólk í Vági varnaðust at stórar torvur av fiski, antin brisingur ella smásild, var komið inn á firðin. Eftir torvunum fylgdi stórseiður, sum royndi at eta burtur av, men fiskarnir vóru ov stórir, so seiðurin svam við hálvum fiskum stingandi úr kjaftinum.

Tá tað fjaraði, lógu fiskar eftir í dekkunum á bryggjuni, so tættar og stórar vóru torvurnar.

Hetta fekk Havstovuna at forvitnast, sum tí bað um at fáa nakað av fiski norður at kanna.

- Størsti spenningurin var, um talan var um sild, tí til dømis í 2009 tykist rímiliga nógv at vera komið undan av sild við Føroyar - og neyðugt er at fylgja við, um okkurt slíkt fer at endurtaka seg, skrivar Havstovan á heimasíðuni hav.fo.

Fimm fiskar vóru kannaðir á Havstovuni, og har varð staðfest, at talan var um brisling.

- Sild og brislingur eru rættuliga lík í útsjónd, men tvey høvuðseyðkenni eru at skilja millum sild og brisling. Týðuligasta eyðkennið er, at brislingur hevur hvast kjalarskrubb, sum hakar í, tá strokið verður frameftir. Hitt eyðkennið er, at búkfjaðrarnar hjá brislingi hava 7 (hægst 8) teinar, meðan sildin hevur 9. Teinarnir eru beinstruktururin, sum er í fjaðrunum.

Brislingarnir í Vágsfirði vóru millum 13 og 15 sentimetrar til longdar og tvey til fýra ára gamlir.

- Aldurslesingin skal takast við fyrivarni, av tí at vit ikki hava royndir av at lesa aldur á brislingi. Teir vóru nakað áleiðis í kynsbúning og skuldu gýtt seinni í ár. 

Brislingur er undir Føroyum, men Havstovan hevur ikki gjørt regluligar kanningar av brislingi, og tískil er kunnleikin um brisling við Føroyar avmarkaður.