Brimil sleipaði Strauk

Sunnudagin um middagstíð kom Brimil á Klaksvík við Strauki, sum var staddur eystanfyri Hetland, tá teir fingu maskintrupulleikar fríggjadagin

Klaksvík:
Skiparin á Brimli greiðir frá, at fríggjadagin fingu teir boð um at Straukur var uppsteðgaður við maskintrupulleikum eystanfyri Hetland.
- Vit fingu so ein fyrispurning, um vit kundu sleipa hann. Vit settu okkum so í samband við reiðaríið og søgdu, at vit kundu fara at veita teimum hjálp. Og vit vóru so hjá Strauki leygardagin á middegi. Tað gekk fínt at seta sleip á og so sleipaðu vit hann inn á Klaksvík, har vit vóru sunnudagin á middegi, greiðir skiparin frá.
Hann sigur, at veðrið var avbera gott og tað gekk skjótt og væl báðar vegir. Tað var ongantíð nakar vandi á ferð.