Brimborg – ein av stóru bilasølunum í Reykjavík

Eins og her hjá okkum selja bilasølurnar í Íslandi nógv ymisk bilmerkir. Ein av stóru bilasølunum í Reykjavík, Brimborg, umboðar bilmerkini Mazda, Citröen, Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu

Reykjavík: Brimborg er ein av stóru bilasølunum í Reykjavík við umleið 200 starvsfólkum. Brimborg umboðar bilmerkini Mazda, Citröen, Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu.


Brimborg heldur til í tveimum bygningum. Í øðrum selja teir Mazda og Citröen, og í hinum eru Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu. Brimborg hevur eisini eina deild á Akureyri.


Eins og í Føroyum var tað soleiðis í Íslandi, at Mazda bilarnir vórðu innfluttir beinleiðis, men fyri trimum árumsíðan varð hetta broytt soleiðis at Mazda, eins og í Føroyum, verða seldir gjøgnum Danmark, sum liður í sølupolitikkinum hjá Mazda Motor Europe.


Brimborg byrjaðu at selja Mazda eftir umleggingina fyri trimum árum síðan, og deildarstjórin fyri Mazda og Citröen, Þórður Gunnarsson, sigur, at sølan av Mazda er vaksin nógv hesi trý árini, og prísirnir eru kappingarførir.


Forstjórin í Brimborg, Egill Jóhannsson, sigur, at teir annars innflyta bilar beinleiðis, bæði úr USA og Evropa. Teir selja t.d. nógvar amerikanskar Fordar.