Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at heita á Boga Simonsen, Magna Jøkladal, Símun Lassaberg og Arna Mikkelsen, um at umboða Føroyar í NM-kappingini í Danmark á hvítusunnu næsta ár. Úttøkan av landsliðnum er gjørd, sum ein avtala millum teir fýra spælararnar og FBS.
Í avtaluni við teir fýra spælararnar er avgjørt, at teir umboða Føroyar í NM, og at teir sjálvir standa fyri venjingini. Avtalan sigur eisini, at ongin landsliðsvenjari verður settur til NM-kappingina. Men landsliðið fær høvið at luttaka í German Trophy -kappingini.Samstundis er avtalað við teir fýra spælararnar, at teir skipa fyri 3-4 skeiðum fyri bridgespælarum í Føroyum í vár, skrivar Føroya Bridgesamband á bridge.fo.










