Bridge betrar innlæringarevnini hjá børnum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr bridgespælaran Boga Simonsen greiða frá hvussu góð og mennandi bridge er, sum skúlalærugrein

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Boga Simonsen, føroyskan landsliðsspælara í bridge á Rás2 ígjár, har hann vitjaði Rásarúmið til eitt prát um bridge, sum lærugrein í skúlanum.

 

Í øðrum londum hava tey góðar royndir við at innføra bridge, sum lærugrein. Kanningar vísa, at bridge betrar innlæringarevnini hjá børnum í øðrum lærugreinum munandi. 

 

Nú er ætlanin, at bridge eisini skal roynast, sum lærugrein í Føroyum. Tað verður fyrst gjørt í Havn. Hoyr Boga Simonsen greiða frá hvussu hann kundi hugsað sær, at hetta var framt í verki.