Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum máli um innbrot og tjóvarí á Hotel Hafnia í miðbýnum í Havn.
- Talan er um, at viðkomandi hevur brotið inn eftir mati, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Sum skilst, var tað matur í einari matgoymslu á hotellinum, sum varð málið við innbrotinum.
Løgreglan hevur ábendingar um, hvør innbrotstjóvurin er, og væntandi verður ein handtøka skjótt í málinum.
- Her eru vakmyndatól, sum kunnu hjálpa okkum at finna innbrotstjóvin, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.