Oscar-tilnevndi filmsleikstjórin vónar at hjálpa við argumentum ímóti høgrasnaring í Evropa við nýggjum filmi um Breivik.
Í dag varð filmurin »22 July« frumsýndur á filmsstevnu í Venesia. Filmurin snýr seg um álopini í Oslo og á Utøya í 2011.
Filmurin byrjar við fyrireikingunum hjá Anders Behring Breivk undan yvirgangsálopinum og endar umleið tann 24. august í 2012, tá hann verður dømdur í forvaring.
Sjálvt um tað higartil bara er trailarin, sum er almannakunngjørdur, verður lagt upp til ein film, sum fer tætt upp at Breivik.
Og tað er kanska ein meingin við tí. Í øllum førum dylur leikstjórin ikki, at høgrasnaringin í Evropa var drívmegin at gera filmin.
– Tað sum hevur størstan týdning fyri meg var at gera ein film, sum tekur upp døkku snaringina móti høgru kring allan heimin, og hvussu Noreg varðveitir fólkaræðið í stríðnum ímóti høgrasnaringini, segði Paul Greengrass við frumframførsluna í Venesia í dag.
Hann vónar, at hann við filminum kann geva yngra ættarliðnum nøkur argument ímóti tí, hann heldur, er ein høgrapopulistisk snaring í samfelagnum.
Men av tí at hann ikki heldur, at tað eru mong børn og ung, sum vita, hvat hendi í 2011, er hann fegin um avgerðina at samstarva við Netflix.
– Netflix er ein rás, sum nógv ung síggja. Tað ger, at tey vónandi fara at síggja filmin. Tí skiftið móti høgru verður verri og verri, og vit standa á eggini til nakað, sum kann føra til meira harðsap, sigur leikstjórin.
77 fólk vórðu dripin í 2011 og umleið 90 vórðu særd, tá Anders Behring Breivik leyp á Oslo og Utøya.
Ein bumba brast fyrst við stjórnarbygningarnar í Oslo. Har doyðu átta fólk, áðrenn Breivik, ílatin sum løgreglumaður, leyp á summarleguna hjá Arbeiderpartiets Ungdomsforbund (AUF).
24. august í 2012 varð hann dømdur ein forvaringsdóm upp á 21 ára fongsul. Í fjør skifti hann navn til Fjotolf Hansen.
Á vári varð filmurin »Utøya 22. juli« frumframførdur. Norski filmsleikstjórin Erik Poppe stóð handan filmin, sum næstan førdi til stjórnarkreppu í Noreg.
»22 July« verður frumframdur á Netflix 10. oktober.
/ritzau/NTB









