Bretski Rover 75 vunnið miklan heiður

Tann nýggi Rover 75 hevur vunnið fleiri heiðurslønir í ymsum londum. Bilurin er nú á goymslu í Føroyum

Rover 75 hevur vunnið fleiri heiðurslønir upp á bert eina viku.

Herfyri kunngjørdi stóra týska sunnudagsávísin, Bild am Sontag, at Rover 75 hevur vunnið »Golden Steering Wheel Award« - sum tann fyrsti bretsktbygdi bilurin nakrantíð.

Bert fáar dagar frammanundan vann Rover 75 heiðurin sum »Car of the Year« í blaðnum Journal/AA og fyrr í heyst útnevndi leiðandi italskir bilaserfrøðingar eisini Rover 75 sum »The Worlds Most Beautiful Automobil - High Class Saloon«.

Sum viðurkenning av framkomnu tøknini hjá Rover 75 almannakunngjørdi The Society of Plastic Engineers (SPE), at V6 plastikk manifoldskipanin hevði vunni teirra »Most Innovative Use of Plastics in powertrain« heiðursløn.

Frammanundan hevur Rover 75 longu vunnið fleiri aðrar heiðurslønir síðani hann kom á marknaðiní juni:


Car of the Year 1999/Compact Executive Car of the Year - What Car?

Diesel Car of the Year 1999 - Auto Express

World Car 1999 - har bilblaðmenn úr Evropa, Amerika, Asia, Australia og Asia atkvøða


European Car of the Year 2000 - einasti executive bilur, ið var millum favorittarnar.

»Golden Steering Wheel Award« verður latin eina ferð árliga av stóra týska blaðnum, Bild am Sontag. Av 150 nýggjum bilum vann Rover 75 í Executive deildini móti øðrum, so sum Opel Zafira, Lancia Lybra og Skoda Fabla.

Tað er bilasølan DB-Bilar í Havn, sum umboðar Rover í Føroyum - og hava teir í løtuni onkran bilin á goymslu.

Prísurin er úr hálvttriðjahundraðtúsund og upp um tær 300.000 krónurnar