Bretska útbjóðingin seinkað

Jan Müller

 

Tann 19. útbjóðingin á bretskum øki verður helst seinkað í eitt hálvt ár aftrat. Orsøkin tykist vera tann, at stjórnin enn ikki hevur fingið umhvørviskrøvini til oljuleiting á Atlantsmóti-num uppá pláss. Hetta skrivar skotska blaðið Press and Journal. Ein tals maður fyri DTI sigur, at teir hava undirmett tíðina tað tekur til at seta í gildi nýggju um-hvørviskrøvini.

Sambært skotska blaðnum so fer seinkingin at hava ávirka leitingina í tí sokallaða Hvíta økinum, sum við marknaavtaluni við Føroyar gav Bretlandi eitt stórt nýtt øki at leita eftir olju á. Tað var eisini hetta økið, sum bretski oljuídnaðurin peikaði á, tá hann legði trýst á myndugleikarnar um at fáa eina skjóta avtalu við Føroyar um markið.

Meðan hetta ikki fer at fáa nakra avleiðing fyri verandi leiting í økinum og heldur ikki nógv umrøddu boringina hjá ExxonMobil nær markið, har tað skilst, at felagið hevur gjørt eitt stórt gassfund, so kann seinkanin fáa avleiðingar fyri virksemi og tilrættaleggingina hjá oljufeløgunum uppá eitt sindur longri sikt.

Útbjóðingin av økjunum nærhendis føroyska markinum hevur longu verið útsett í eina tíð, og tí kemur henda nýggja útsetingin ikki væl við hjá oljufeløgunum ella bretska oljuídnaðinum. Tað er stigið hjá Greenpeace at fara í rættin við stjórnini um nettup umhvørviskrøvini til nýggja oljuleiting, sum er orsøkin til seinkanina.

Spurningurin er, hvørja ávirkan ein slík seinking av leiting í bretskum øki kann fáa fyri virksemi á føroyskum øki. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, eru ójavnar á máli. Ein sigur, at hetta er óheppið fyri føroysku útbjóðingina, tí tað ger, at tað verður minni seismiskt virksemi í Hvíta økinum. Ein onnur kelda heldur tað kann vera gott fyri Føroyar, tí nú verður so alt fokuserað uppá føroyska landgrunnin.