Bretska stjórnin hevur játtað stuðul upp á umleið 250 milliónir krónur til menning og framleiðslu av einum heilt nýggjum Land Rover. Hetta hendir, hóast tað er Tata Motor í India, sum eigur ensku Land Rover og Jaguar bilverksmiðjurnar.
Nýggi Land Rovarin verður bygdur yvir konseptbilin Land Rover LRX, sum fyrstu ferð varð sýndur fram á Detroit Motor Show í fjør.
Roknað verður við, at samlaða íløgan til menning og framleiðslu av bilinum kemur upp á 3,5 milliardir krónur.
Framleiðslan av Land Rover LRX verður á verksmiðjuni í Halewood, saman við Land Rover Freelander og Jaguar X-Type.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum