Russland hevur seinastu vikurnar við stórum sannlíkindum hava tann størstan missin av hermonnum síðani fyrstu vikurnar í krígnum.
Tað metir bretska verjumálaráðið, sum skrivar um støðuna í Ukraina á Twitter í dag. Tíðindini byggja á fregnir frá bretska verjumálaráðnum.
– Vøksturin í talinum av deyðum er helst av fleiri orsøkum, teirra millum mangul upp á vandar hermenn, vantandi samskipan og mangul upp á útgerð á hermótinum.
Fregnartænasta hjá bretska verjumálaráðnum, Defence Intelligence, hevur ikki vátta uppgerðina, sum ukrainski heryvirmenn hava almannakunngjørt.
Tey halda tó tað vera sannlíkt, at Russland hevur mist nógv fólk. Sambært tølunum eru 824 russiskir hermenn falnir um dagin seinastu sjey dagarnar.
Tað er meira enn fýra ferðir so nógv, sum greitt varð frá í tíðarskeiðnum millum juni og juli í fjør. Tá vóru tapini av russiskum hermannalívum ávikavist 173 og 172 teir mánaðirnar, sæst í grafinum.
Tá kríggið byrjaði í fjør mistu russar upp ímóti 1140 hermenn um dagin.
Á ukrainsku síðuni sær eisini út til, at nógvir hermenn eru deyðir, er metingin hjá bretska verjumálaráðnum.
/ritzau/
##med2##











