Alsamt fleiri føroyingar søkja Stuðulsstovnin um stuðul til lestur uttan fyri Norðurlond. Hesins stuðul verður veittur ígjøgnum ta sonevndu ÚSUN skipanina, har stuðul og lán verða latin til skúlagjald hjá føroyskum lesandi uttan fyri Norðurlond.
Í løtuni veitir Stuðulsstovnurin stuðul ígjøgnum ÚSUN skipanina til eini 60 føroysk lesandi uttan fyri Norðurlond, og tað er meir enn tað hevur verið hesi tíggju árini, síðan skipanin varð sett í verk.
Hans Andrias Dam Joensen er skrivari í ÚSUN nevndini, ið millum annað hevur sum arbeiðsøki at viðgera innkomnu umsóknirnar til stuðul ígjøgnum ÚSUN skipanina.
Hann hevur í seinastuni sæð ein alsamt skjótari vøkstur í talinum av umsóknum.
? Vit hava sæð hesa seinastu tíðina, at fleiri og fleiri fólk velja at fara aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Tað vísisr seg at tað tekur tíð at broyta lestrarvanarnar hjá fólki, og talið á umsóknum er higartil ikki vaksið so nógv sum vit høvdu væntað, men nú sær út til at tað er komin eitt sindur av gongd á, sigur skrivarin í ÚSUN nevndini.
Bretskt er lætt
Í løtuni letur Stuðulsstovnurin ÚSUN stuðul til fólk í USA, Týsklandi, Fraklandi, Australia og Bretlandi. Nógv tey flestu av hesum eru stødd í Bretlandi, har tey harafturímóti eru spjødd kring nógvar ymiskar býir í Englandi og Skotlandi.
? Tað hongur helst saman við at tey kenna seg heima í bretskum máli og tí ikki hava teir stóru málsligu trupulleikarnar at dragast við har. Men Bretland er eisini eitt land við sera ríkum lestrarmøguleikum, so tað er ikki so løgið at tey flestu fara hagar, heldur Hans Andrias Dam Joensen.
Bæði ÚSUN og SU
Stuðulsstovnurin hevur við ÚSUN skipanini møguleika at veita føroyskum lesandi uttan fyri Norðurlond upp til 60.000 krónur til skúlagjald um árið. Harumframt fáa hesi lesandi vanligan mánaðarstuðul til lesandi frá danska SU.
Nakrar útbúgvingar kosta undir 60.000 krónur um árið, og tey føroysku lesandi á hesum útbúgvingum sleppa tá undan at gjalda nakað sjálvi.
Men summar aðrar útbúgvingar kosta so mikið sum tvífalt ta upphædd, ið ÚSUN skipanin letur til skúlagjald, og tá kann tað kortini gerast fíggjarliga svárt hjá teimum lesandi at megna at gjalda fyri skúlan.
Tá ber til hjá teimum at taka lestrarlán ígjøgnum ÚSUN skipanina fyri at gjalda tað, ið restar í av skúlagjaldinum.
Ráðgeving vantar
Fíggjarliga hjálpin til føroyingar, ið velja at bróta gamlan sið og fara út um Danmark at lesa, kann tískil ikki sigast at vera annað góð.
Verri er statt við ráðgevingini til hesi somu lesandi. Ofta er tað eitt nokkso tungt arbeiði at søkja inn á útbúgvingar uttan fyri Danmark og fáa tey formellu viðurskiftini í lag annars. Tí er tað sambært skrivaranum í ÚSUN nevndini brúk fyri eini ráðgeving í Føroyum, sum kann hjálpa við teimum meira formellu viðurskiftunum, ið skulu fáast í lag tá lesandi fara út um ríkið at nema sær hægri útbúgving.
Sum skilst verður í løtuni arbeitt við at fáa eina slíka ráðgeving, helst í sambandi við Fróðskaparsetrið.