Bretar eiga at kanna gosfjøll

Gillian Foulger, sum er professari í í jarðfrøði við lærda Durham-háskúlan í Bretlandi, heldur, at bretsk vísindafólk eiga at fara til Íslands at kanna Eyjafjallajøkul og onnur íslendsk gosfjøll. Tað sigur hon í samrøðu við blaðið Sunday Times.

Gillian Foulger vísir á, hvussu stóra ávirkan øskan frá gosinum við Eyjafjallajøkul hevur havt á flogferðsluna í Evropa, og tí heldur hon, at bretsk og onnur evropeisk vísindafólk eiga at samstarva við íslendskar jarðfrøðingar fyri at kunna seg betur um gosfjøllini í Íslandi.

Sunday Times hevur eisini tosað við íslendska jarðfrøðingin Þorvald Þórðarson, sum er gosfjallaserfrøðingur og starvast á lærda háskúlanum í Edinburgh í Skotlandi. Hann væntar fleiri gos í Íslandi í næstum og nevnir, og at gosfjøllini Hekla, Askja og Grímsvøtn eru tey næstu, sum fara at goysa.