Brentford gongur móti streyminum

Premier League: Nýggja felagið í deildini gongur nýggjar leiðir, sum er beint móti streyminum

Brentford er nýggja felagið í Premier League og gongur beint móti streyminum. Brentford, sum hevur somu eigarar sum FC Midtjylland, fer ikki at skifta til nýggjar troyggjur komandi kappingarár. Hetta í eini roynd at skapa ein meiri burðardyggan fótbóltsheim.

 

Fótbóltur og grøna skiftið ganga ikki hond í hond, men nú hevur Brentford sett hol í sjógvin. Meðan onnur feløg erpa sær av at hava tríggjar nýggjar spælibúnar hvørt kappingarár, so gongur Brentford beint móti streyminum.

 

Felagið hevur í dag boðað frá, at besta liðið ikki fer at skifta spælibúna til komandi kappingarár. Hetta er bæði ein roynd at gera fótbóltin meiri burðardyggan, umframt at gera fótbóltin meira atkomiligan fíggjarliga. Í dag kostar ein spælarabúni yvir túsund krónur, um tú skal hava útgávuna, sum spælararnir brúka.

 

Hetta hevur hevur fingið ávísar miðlar at kalla Brentford, fyri “Brave Brentford”, ið kann umsetast til djarva Brentford, fyri at ganga móti streyminum.