Barst tær undan at vitja in.fo í gjár? Her eru nakrar av søgunum, sum myndaðu tíðindastreymin í gjár.
Eitt arbeiðsóhapp hendi á Glyvrum í gjár. Ein taljublokkur loysnaði úr einum veggi og rakti ein mann hjá Mariu Poulsen í høvdið. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið og sum skilst hevur hann tað eftir umstøðunum væl.
Av og á hevur Kringvarpið skonkt í studionum, millum annað í samband við skotsku fólkaatkvøðuna um loysing og í ervinum hjá Lemmy. Hetta tykist tó vera ein farin tíð, tí tá vertirnir í Góðan Morgun Føroyar royndu havkall í gjár, boðaðu teir samstundis frá, at nú var ikki longur loyvt at drekka brennivín fyri opnari mikrofon.
200 hevur til vana at speireka teir politikkarar, teimum ikki dámar, og millum mest kendu sangirnar er kanska sangurin um Jenis og Musclemanblaðið. Í gjár spurdi hin tinglimurin hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen, um hví 200 ikki hevði gjørt ein sang sum seg. Eitt sindur seinni kom eitt svar frá 200.
In.fo hevur tosað við ein av manningini á Ågot, sum hevur verið á línufiskiskapi á Flemish Kap. Hóast teir eru á veg heim, so sigur hann, at túrurin ikki hevur gingið heilt eftir vild.
Tvær tómar sparibússur frá Sjóvinnubankanum vóru seldar fyri 1.100 krónur í gjár. Sum skilst skulu tær gerast partur av einum savni í Havn.
Í vikuskiftissosialinum eru samrøður við tveir føroyskar menn, ið brúka blæu. Í gjár varð eitt videobrot av aðrari samrøðuna lagt út á in.fo.










