Teir siga, at 1 út av 10 sum byrja at drekka, blíva alkoholikarar, hetta er galdandi bæði fyri menn og kvinnur. Bert í Onglandi doyggja 4.000 fólk av brennivíni um dagin, siga teir, og so gloyma politikaarnir, hvussu nógvan annan skaða rúsdrekka ger, samanborið við royking.
Drekkurin ein í familjuni, rakar tað seks til átta onnur avvarðandi. Familjan syndrast, harðskapaur, sum kann enda við drápi, sjálvmorð í hópatali, hjúnarskilnaður í hóatali og eru so smábørn í familjuni, ávirkar hetta tey restina av lívinum, at hoyra foreldrini skeldast og enda verri berjast og sláa hvønn annan, og tann likamligi skaðin, livurin verður skadd, búkspítskertilin verður skaddur, vandi er fyri blóðtøppi og ikki minst, at heilin tekur skaða av rúsdrekka.
Svenskarar skiga um alkoholikarar, at “de drikker anderledes”. Hetta er so satt sum tað er sagt, alkoholikarin fær eitt stoff í heilan, sum ger, at hann altíð má hava okkurt at drekka (brennivín). Tað verður sagt, einferð alkoholikari, altíð alkoholikari.
Granskararnir í USA meta, at um prísurin av brennivíni, øli og víni og tað flótandi sum svirrar varð settur 10% upp, vildi hetta ført við sær, at deyðsføllini hjá monnum høvdu fallið við 29%, og hjá kvinnum við 37% pr ár, og er hetta tal ikki so lítið.
At enda heita granskararnir á politikararnir um at gera nakað við hetta vandamál. Ongantíð ov skjótt.
Hetta havi eg funnið inni á internetinum (google) og eri púra samdur við hesum granskarum.