Norðurírski venjarin, Brendan Rodgers sum misti starvið sum høvuðsvenjari hjá Leicester 2. apríl fer væntandi aftur á slóðina sum høvuðsvenjari hjá skotska stórliðnum, Celtic.
Brendan Rodgers var høvuðsvenjari hjá Celtic millum 20. mai í 2016 og 26. februar í 2019, tá hann tók við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Leicester.
Brendan Rodgers førdi Celtic til "The Domestic Treble", bæði í 2017 og í 2018, tá Celtic gjørdist meistari, steypavinnari og vann Liga Cup steypakappingina.
Í 2021 gjørdist Brendan Rodgers søguligur, tá hann saman við Leicester vann FA Cup steypakappingina.
Áðrenn Rodgers vandi Celtic vandi hann Liverpool, Swansea, Reading og Watford.