Heimsins leiðarar kjakast ikki longur um hvørt nakað skal gerast, fyri at minka um útlátið av CO2 til tess at steðga ógvusligu veðurlagsbroytingunum, men hvat, ið gerast skal, og hvussu ein heimssemja kann finnast.
Undirritaðu umboðaðu ávikavist samgonguna og andstøðuna á veðurlagsráðstevnuni í Poznan í farnu viku. Yvirlýsingarnar frá londunum vóru ymiskar, men ein felags boðskapur var: Londini taka avbjóðingina í allar størsta álvara!
Tað skal Føroyar sjálvandi eisini gera, og eiga vit tí at vera beinleiðis við í tilgongdini til verðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í 2009.
Politiska skipanin má tí sum skjótast taka støðu til:
- Hvat okkara mál skal vera fyri niðurskurð av CO2-útlátinum
- Hvørji átøk í tí almenna og í vinnuni mugu fremjast
- Hvussu vit stimbra undir eina varandi orkuvinnu
- Hvussu nógvar pengar vit seta á fíggjarlógina til hesi átøk
- Hvussu ein ítøkilig langtíðarætlan fyri økið sær út
Umframt at vit sum land vilja taka okkara part altjóða ábyrgdini at minka CO2-útlátið, so vilja vit eisini gera okkara búskap so óheftan av oljuni, sum til ber. Í einum oyggjasamfelag har regn, vindur, aldur og sól verður okkum tillutað í ríkiligan mun, hava vit sera góðar møguleikar at menna eina vinnu, sum byggir á varandi orkukeldur. At stimbra undir ein ídnað við varandi orku, krevur íløgur her og nú. Neyðugar íløgur, sum í ríkiligan mun verða bornar samfelagnum og vinnuni aftur í framtíðini.