Trupulleikar eru í løtuni við breiðbandinum í Suðuroy. FT Net kannar nú, hvat er galið, og hvussu breiðbandið fæst aftur á eitt nøktandi stig
Síðan seinni sjókaðalin til Suðuroyar slitnaði í summar, hevur fjarskifti til Suðuroyar koyrt umvegis radioleinki. Ætlanin var at umvæla sjókaðalarnar í ár, men tað hevur drigið út av fleiri orsøkum.
Undir vanligum umstøðum geva hesi nýggju radioleinki nøktandi ferð og eitt breiðbandsamband, sum er á hædd við onnur. Tað er heldur einki, sum bendir á, at kapasiteturin ikki er nóg stórur á hesum radioleinki til, at Suðuroy kann hava eitt breiðband sum restin av landinum.
Tey hava tó staðfest nakrar trupulleikar síðstu dagarnar, og tað hava útmeldingarnar frá brúkarum í Suðuroy eisini víst. Ferðin er viðhvørt nógv lægri, enn radioleinkið eigur at veita. FT Net kannar nú nærri, hvat hetta kemst av. Mátingar, sum eru gjørdar hetta seinasta samdøgrið staðfesta eisini trupulleikan, sum skal eyðmerkjast og síðan loysast.
Radioleinkið skal tryggja, at Suðuroyggin fær eitt breiðbandssamband, sum er á sama stigi sum breiðbandið í restini av landinum.