Politikkur
Gamla Apotek: Samráðingarnar um eina samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin hildu á í samfullar tríggjar dagar. Úrslitið gjørdist tó framvegis, at samráðingarnar slitnaðu mánakvøldið, tí ikki bar til at semjast um yvirtøkur.
Samráðingarnar gingu illa mánadagin. Fundirnar vardu ongantíð meira enn ein góðan tíma, so máttu umboðini fyri flokkarnar út at svala sær og dúgliga varð prátað við baklandið. Stevið hevði partar av vikuskiftinum verið gott, og okkurt var eisini komið niður á pappír. Tað lá tó allatíðina í luftini, at yvirtøkur, sjálvstýri og blokkur vóru torfør mál at finna semju um á fundunum á Gamla Apoteki.
Aðalstjórnin
Hóast samráðingarnar vóru millum fýra flokkar við fólkafloks løgmanni sum samráðingarleiðara, so vóru samráðingar mest álíkar einum dysti millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Hesir báðir flokkar standa eftir øllum at døma langt frá hvørjum øðrum í sjálvstýris/fullveldisspurninginum, og tað merkti eisini samráðingar.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sum saman við fyri tað mesta Heina O. Heinesen sat við samráðingarborðið fyri Tjóðveldisflokkin, sigur, at teir á fundi við aðalstjórnina í Tjóðveldisflokkinum mánadagin fingu at vita, hvørja leið, ið stjørnin helst vildi sæð, at flokkurin gekk í samráðingunum.
?At blokkur skuldi standa í stað var tað longsta, ið vit vildu strekkja okkum í samráðingunum, men vit strektu okkum faktiskt enn longur, so eg eri sera skuffaður av og keddur um, at tað ikki skuldi vera nøkur loysn at finna, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevði vónað, at tað bar til at finna eina breiða samgongu, men tað skuldi vísa seg at gerast trupult. Hann heldur støðan hjá Javnaðarflokkinum vera løgna, tí hesin flokkurin eitt nú hevur ført fram, hvussu týdningarmikið tað er at fáa yvirtikið rættarskipanina.
Yvirtøkur
?Tað gjørdist skjótt soleiðis, at vit komu at sita rættiliga nógv uttanfyri í samráðingunum, segði Høgni Hoydal stutta tíð eftir, at tað gjørdist alment kent, at samráðingarnar vóru slitnaðar.
Jóannes Eidesgaard harmaðist saman við hinum floksformonnunum í teimum fýra flokkunum um, at samráðingarnar ikki góvu nakað úrslit annað enn slitið.
?Hendan samgongan hevði kunnað gjørt nógv. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin virkaðu rættiliga samdir, men tað gekk ikki so væl at semjast við Tjóðveldisflokkinum, segði Jóannes Eidesgaard um níggju tíðina mánakvøldið.
Tað var altso ivamálið um yvirtøkur og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum gjørdu enda á hesum samgongumøguleikanum.
Semja var um yvirtøkurnar á einari røð av smærri málum, men tað rakk ikki til, tá tað snúði seg um størri og tyngri mál. Høgni Hoydal, sigur, at talan var ikki um so nógv mál, ið tað varð sagt, men heldur um smærri mál, ið vórðu skild sundur.
?Hetta vóru mál, ið kostaðu um 25 mió, og hetta eru mál, ið høvdu kunnað verða yvirtikin eftir stuttari tíð og umsitingarliga lætt at fáa frá hondini. Hetta var nakað, ið sitandi samgonga ikki fekk gjørt í seinasta samgonguskeiðið, sigur Høgni Hoydal.
At taka eina avgerð
Um níggju tíðina greiddi løgmaður frá, at samráðingar vóru slitnaðar, og hann segði seg harmast tað nógv, at tað ikki bar til at skipa samgongu millum hesar fýra flokkar.
Hann segði tá, at um ein tíma ella so, hevði hann gjørt av, hvørji loysn av fýra møguligum, ið hann kundi velja.
Henda avgerðin kom tó ikki fyrr enn sjey tímar seinni. Hann valdi at royna Sambandsflokkin saman við Sjálvstýrisflokkinum og Javnaðarflokkin. Tað tók sína tíð at fáa hetta upp á pláss, tí fólk skuldu koma oman á apotekið, og vitast skuldi, um hetta var nakað, ið partarnir vildu royna.
Gjørt varð av at royna, og ein nýggja breið samgongu verður roynd.