Faroe Petroleum boðar frá, at Breagh brunnurin, sum varð boraður í syðra partinum av Norðsjónum nú er royndarkoyrdur.
Meðan royndirnar vórðu gjørdar, fingust upp til 17, 6 milliónir kubikkføtur av gassi upp úr brunninum um dagin.
Hesi fyrstu úrslitini eru sera lovandi, og enn fleiri kanningar og útrokningar verða gjørdar í hesi vikuni, áðrenn eitt endaliga úrslitið er klárt.
Mett verður nú eisini, at sannlíki er stórt fyri, at gass eisini finnst í blokki 42, sum liggur tætt við Breagh brunnin.
Brunnurin verður nú fyribils afturlatin, og ?klassifiseraður? sum ein møguligur framleiðslubrunnur. Faroe Petroleum hevur 10 % av Breagh loyvinum.
Tað var tann 5. november í ár at Faroe Petroleum boðaði frá, at boringin hevði gingið eftir ætlan, og at ein 460 føtur djúp gassflá varð funnin.
Ein fittur partur av partaeigarunum í Faroe Petroleum eru føroyingar.