Brasilia vann í Uruguay

Brasilia og Uruguay hava saman við Argentina í 80 ár kappast um heitið sum sterkasta fótbóltstjóðin í Suðuramerika. Og tí var fagnaðurin skilliga stórur, tá Brasilia um vikuskiftið ann ikki minni enn 4-0 á útivølli móti Uruguay. Daniel Alves, Juan, Fabiano og Elano stóðu fyri málunum, og so bilti tað minni, at Fabiano seinni varð rikin av vøllinum. Brasilia er nú saman við Paraguay á odda í HM-undankappingini í Suðuramerika.