Upphiting fyri ein góðan bólk hevur minst tvey endamál. At geva upphitaranum ein góðan pall og at fáa tað besta burtur úr sambandinum millum høvuðsnavn og áhoyrara. Braquet hava fótað sær í Føroyum, men hava ikki toppað enn. Og verri enn so. Fyrsta fløgan kemur út nú, og hon verður helst til sølu á konsertini týskvøldið.
Arni Zachariassen er guittarspælari í Braquet, og hjá honum verður týskvøldið í øllum førum heilt serligt. Arni er gamal Yngwie Malmsteen fan, men Arni sigur, at rokkurin, sum teir spæla, er meira modernaður enn tað. Kanska í slekt við nýggja metalið.
Arni sigur, at tónleikalívið hjá sær byrjaði, tá hann var seks ár. Hann fekk eitt kassettuband við blandaðum kristnum tónleiki. Har vóru Steve Green, Michael W. Smith og Petra, millum onnur. Arni fall fyri Petra og hevur ikki hugt aftur um seg síðan. Michael W. Smith og Steve Green kunnu vera góðir fyri onkran annan, men Petra spæla rokk, og tað var rokk, Arni vildi hava. Hann hevur ikki hingið í Petra øll árini, men tað er eitt sum eitur fyrsti kærleikin, og hann er sterkur í tónleikinum.
Braquet hava verið til í knapt fýra ár. Teir eru Andrias Højgaard (sang), Jóhan á Lakjuni (trummur) og Leivur Vitalis (bass) og Arni Zachariassen (gittar). Andrias skrivar orðini, sum hann syngur, og tey eru ensk orð.