Tann 5. november er útgávudagur fyri fløguna "Funerals and celebrations". Fløgan er eitt bland millum elektroniskan og akustiskan popptónleik.
- Hendan fløgan umboðar eitt serligt tíðarskeið fyri meg og inniheldur mong minni frá tíðini millum 2010 og 2012. Hon umboðar eitt samstarv við lagskrivaravinir, sum liggja mær tætt at hjartanum. Útgávan við sjey sangum hevur verið leingi í stoypiskeiðini; eina tíð vóru 10 sangir klárir, men eg vendi altíð aftur til talið 7. Tískil eri eg ómetaliga glaður fyri at endiliga hava eitt ítøkiligt eintak í hondini, sigur Brandur.
"Funerals and Celebrations" er innspæld í Stockholm í 2012 og fløgan inniheldur - stakfløguna "Transmission from Oblivion" og studioútgávuna av "Other Side of the World" - sangir sum hava havt dúgliga umferð í Kringvarpinum í ár. Talan er um eina verkætlan millum Brand Enni og svenska framleiðaran Mariu Marcus.
Á fløguni er nútímans elektropoppur at finna lið um lið við púra naknar akustiskar upptøkur.
- Tað var ein serlig avbjóðing at sameina tvær vítt ymiskar stíllegur á somu fløgu - bæði tað breiða framleidda ljóðið og akustisku upptøkurnar, har røddin stendur einsamøll. Í sangunum lýsi eg persónlig minni, men eisini politiskan boðskap úr okkara tíð; til dømis tað arabiska várið, fortelur Brandur.
Hetta er fyrstu ferð Brandur letur fløgu úr hondum saman við plátufelagnum Tutl.